Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SEV ger stórar broytingar á Sundi

Helgi Abrahamsen

Um middagsleitið í dag kom farmaskipið Willeke, á Sund, við 15 nýggjum tangum, sum verða settir upp á El-verkinum hjá SEV.

Um middagsleitið í dag kom farmaskipið Willeke á Sund, við 15 nýggjum tangum, sum verða settir upp á El-verkinum hjá SEV.

Størstu tangarnir (4 í tali) taka 150 kubikk, meðan restin eru smærri tangar í ymiskum støddum.

Nýggjar mannagongdir

Endamálið við at seta tangarnar upp er at gera nýggjar mannagongdirnar í sambandi við oljunýtsluna á Sundi, sigur Heini Ellingsgaard, frá SMJ, ráðgevandi verkfrøðingum.

Hann greiðir frá, at nógv olja verður flutt til og frá motorunum á Sundi og tað setur stór krøv.

”Áðrenn brennioljan verður flutt úr stóru goymslutangunum til motorarnar, verður hon reinsað, og eisini verður smyrjiolja flutt til og frá motorunum. Við nýggju skipanini verður alt hetta gjørt á einum staði, og eisini verður flutningsvegurin styttur, sigur Heini Ellingsgaard.

Rørtunnil, tangagarður og brunnur

Fyri at tryggja umhvørvið er ein tangagarður og brunnur gjørdur, soleiðis at um leki skuldi komið á ein stóran tanga, so rennur oljan ikki á sjógv. Heili 8000 kubikk kunnu rúmast í brunninum.

Eisini er ein rørtunnil gjørdur, soleiðis at rørini ikki longur fara at liggja ber. Á tann hátt er minni møguleiki fyri at rørini fáa skaða.

Hetta er eitt stórt frambrot bæði viðvíkjandi umhvørvi og trygd, sigur Heini Ellingsgaard.

Tað er Pomek í Klaksvík, sum hevur útvegað tangarnar, SMJ hevur projekterað, og Articon ger byggiarbeiðið á Sundi.