Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SEV mælir til vindmyllur í Suðuroynni

Oliver Joensen

SEV heitir á Jarðfeingi um at bjóða vindorku út í Suðuroynni. Í fyrstu atløgu verður mælt til tvær vindmyllur sunnanfjørðs

Elnýtslan í Suðuroynni er økt munandi. SEV hevur tí sent Jarðfeingi skriv, har elfelagið heitir á landsmyndugleikarnar um at fara undir eina tilgongd at bjóða vindorku út í Suðuroynni. Fleiri hóskandi støð eru at seta myllur upp í oynni, men SEV mælir til at byrja varliga, soleiðis at tvær vindmyllur á 900 kW verða settar upp í fyrstu atløgu.

Í royndunum at minka oljuútreiðslurnar, sum standast av at elveita Suðuroynna, er vindurin skjótasta orkukeldan at fara eftir. Vindmyllurnar eru lutfalsliga skjótar at seta upp, og við tveimum vindmyllum av sama slagi sum tær í Neshaga ber til at framleiða 7 GWt um árið. Tað svarar til 20 prosent av samlaðu elnýtsluni í Suðuroynni í 2013. SEV kann spara seks milliónir krónur í olju í Suðuroynni árliga, um tvær vindmyllur verða settar upp.

Ársframleiðslan á vatnorkuverkinum í Botni liggur í miðal um 5 GWt. Við slíkari vindorkuútbygging vil varandi elframleiðslan í Suðuroy økjast upp í eini 34 prosent.

Tað er ikki ráðiligt at seta fleiri vindmyllur upp í fyrsta umfari, tí netið í oynni, sum ikki er partur av meginøkinum, er neyvan ført fyri at taka ímóti meira.