Nú er komið út uppslag og myndatalva við seyði og seyðalitum, sum Astrid Andreasen, listakvinna, hevur teknað.
Nú er komið út uppslag ogmyndatalva við seyði og seyðalitum, sum Astrid Andreasen, listakvinna, hevurteknað. Tað snýr seg 50 ymislittar seyðir, har ið vanligastu heitini eru settvið. Uppslagið er uml. 50 x 70 cm til støddar, og myndatalvan, ið hevur myndirá báðum síðum og er plastað, er 20 x 28 cm til støddar. At myndatalvan erplastað, ger, at hon tolir vætu, og tískil er hon sera væl skikkað at hava viðsær í hagan hjá leikfólki – ella hjá børnum at hava við sær, so tey kunnu læraat kenna seyð.
Tað er sum kunnugt seraymist, hvussu seyður verður umrøddur í sambandi við lit runt um í landinum, tí taðer sera staðbundið, júst hvørji orð og heiti verða nýtt. Tískil ber ikki til útí æsir at nevna øll heiti, ið verða nýtt í Føroyum, men miðað hevur verið ímótiat taka vanligastu heitini við. Køn fólk, ein bóndi og ein røktingarmaður hava veriðholl í ráðum, tá ið heitini hava verið sett á.
Astrid hevur í nógv árverið knýtt at Náttúrugripasavninum, har hon við síni kønu hond hevur teknaðtil framsýningar og útgávur. Hetta arbeiði hevur fevnt um alskyns lívverur,eitt nú plantur, tarar, fuglar og fiskar. Harumframt hevur hon teknað eittstórt tal av frímerkjum við lívverum. Eisini kenna vit Astrid sum listakvinnu.Hennara verk prýða stovnar o.a. runt um í landinum, so tey flestu munnu verakunnug við hennara vøkru myndlist og tekningar.
Stuðlaðhava Mentanargrunnur Landsins og Norðurlandahúsið.
Skilagott er hjá skúlum og dagstovnum at ogna sær uppslag ogmyndatalvu, og harumframt er hetta ein frálík gáva til vinir og kenningaruttanlands.
Føroyaprenthevur sett upp og prentað. – Uppslagið, ið er at heingja upp á veggin, kostarkr. 100,-, og myndatalvan kostar kr. 50,-. Uppsløg og talvur fáast til keyps íbókabúðunum kring alt landið, í sølubúðini hjá Søvnum Landsins í Brekkutúni og áSjósavninum á Argjum.




