Myndarøð: Leygardagin var seyðasýning fyri alla Borðoynna. Nú við úrslitunum.
Sýnsmenninir vóru frá Viðareiði og nógv fólk var og hugdi. Úrslitið gjørdist, at Strandahagi átti vakrasta brundlambið og eisini vakrasta veturgamla veðrin. Samstundis var Strandahagi besti hagin samanlagt.
Úrslitið gjørdist hetta:
Besti Hagi: Strandahagi
Vakrasta lamb: Nr. 1 Strandahagi (mál Bringa: 90 Mjóðryggur: 20) var framúr vakurt, fekk úrvæl premiu. (Eigari: Petur Andreasen)
Nr. 2 Strandahagi (Eigari: Tummas Sjóstein)
Nr. 3 Innistova (Eigari: Heri Ellingsgaard og Einar Klakstein)
Veðrar 1 ár. Nr.1 Strandahagi (Eigari: Hemming Syderbø)
Veðrar 2 ár. Nr.1 Myrkjanoyri(Eigari: Heini Mohr)




