Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seyðasýning

John William Joensen

Komandi leygardag, 24.10.2009, verður seyðasýningin á Borðoynni.

Seyðasýningin í ár, verður í seyðahúsinum hjá Strandahaga.

Seyðahúsið hjá Strandahaga, liggur norðanfyri grótbrotið hjá Klaksvíkar Kommunu. 

Tilmelding av seyðunum, byrjar kl. 08.00 og sýningin byrjar kl. 10.00.

Í ár ynskja fyrireikarnir, at luttøkugjáld, bæði fyri sýning og borðhald, verður goldið framman undan, ella í seinasta lagi, tá seyðurin verður tilmeldaur, til sýningina.

Borðhaldið verður í Skálanum, kl. 20.00, og borðreitt verður við røstum kjøti.

Tilmelding til borðhaldið, kann gerðast á telefon.:
223011 Heini
216914 Kristmar
283332 Andras