Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

SF: Eingin spyr meg – eg møti bara upp

Jóhann Lützen

Frásøgumaðurin á Vágsbø verður ikki spurdur longur – hann møtir bara upp

 

Í næstan tjúgu ár hevur Sjúrður Skaale verður frásøgumaður á stóra palli á Summar Festivalinum.

Ár eftir ár hevur hann presenterað tær stóru útlendsku stjørnurnar og teir mongu føroysku bólkarnar. Alt frá Europe og Suzi Quatro til Dynamit og Eivør.

– Eg haldi, at tað var í 2005, at Steintór Rasmussen kom inn á gólvið og spurdi meg, um eg kundi vera frásøgumaður á Summar Festivalinum, og eg segði ja. Eg helt, at tað var stuttligt at royna, og eg havi hingið upp á tað síðani, sigur Sjúrður Skaale.

– Nú er tað blivið so fast, at eg verði ikki spurdur longur. Eingin hevur tosað við meg um at vera frásøgumaður í ár. Eg møti bara upp, sigur hann.

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin.

 

Her kanst tú síggja video-samrøðu við Sjúrð Skaale, frásøgumann á Summar Festivalinum: