Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Shark Atlantic 2014 komin at enda

Tíðindaskriv

Vinnarin gjørdist Jóannes Gaard sum ikki minni enn 3 ferðir áður hevur vunnið heiðurin.

So er fiskikappingin Shark Atlantic 2014 komin at enda. Kappingartíðarskeiðið var 01.02.2014 – 31.01.2015

Vinnarin gjørdist Jóannes Gaard sum ikki minni enn 3 ferðir áður hevur vunnið heiðurin.

Hemarin sum Jóannes fiskaði vigaði 153,6 kg. Og var fiskaður tætt undir land við Kirkjubønes.

Fyrsta virðislønin var eitt gávukort upp á kr. 10.000,- frá P/F Bátatænastan.

Nr. 2 gjørdist Jáhan Simonsen við einum hemara upp á 93,6 kg sum bleiv fiskaður tætt við land eystanfyri Nólsoy .

Onnurvirðislønin var eitt gávukort upp á kr. 6.000,- frá P/F Jógvan Weihe.

Vinningarnir blivu handaðir á Sjósavninum Leygarkvøldið 31.01 har borðreitt var við fiskasúpan og hemara (sjálvandi)

Shark Atlantic 2015 byrjar fyri tólvtu ferð eftir ætlan um hálvan Februar.

Sí meira fyri tilmelding á www.fiska.fo (um hálvan Februar)

Harleyfacadeacryl