Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sheep letur upp í Klaksvík

Jóhann Lützen

Vit hava keypt bygningin hjá Garpar og vænta at lata upp komandi vár, sigur Lis Waagstein stjóri í Sheep

Tey sum hava verið í Tórshavn og keypt inn kenna ivaleyst til handilin Sheep, sum heldur til uppi á Hálsi. Í Sheep ber til at keypa merkivørur við lágum prísum.

– Vit hoyra so ofta frá okkara kundum norðanfyri, har tey siga, at vit burdu latið upp ein handil í Klaksvík. Og tað gera vit so nú, vit hava keypt bygningin har sum Garpar heldur, sigur Lis Waagstein.

Tað ganga tó nakrar mánaðir til kundar kunnu fara í Sheep handilin í Klaksvík.

– Yvirtøkudagurin er 19. oktober og síðani fara vit í gongd við at gera klárt. Málið er at lata upp Sheep í Klaksvík komandi vár, sigur Lis Waagstein við Norðlýsið at enda.