SheepView átakið, sum Atlantic Airways og Visit Faroe Islands stóðu fyri, er í dag tilnevnt sum besta altjóða marknaðarførings- og content átak í 2016 av World Media Awards.
Heiðurslønin hoyrir til bólkin ‘Travel and Tourism’, og hini tilnevndu eru Airbnb, London & Partners, Marriott International og Destination Canada. Aðar fyritøkur, sum eru tilnevndar í øðrum bólkum, eru millum annað BMW, VISA, McDonalds, Universal Pictures og Samsung.
Sambært World Media Awards skal vinnandi átakið megna at vísa, hvussu stóran týdning ein góð søga hevur, og hvussu átakið brúkti hesa søguna at fortelja um eitt ferðamál ella eina ferðauppliving.
Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari í Atlantic Airways fegnast um heiðurin.
“Í mong ár hevur Atlantic Airways lagt stóran dent á at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Hendan viðurkenningin stuðlar undir hesum áhaldandi arbeiði at seta Føroyar á heimskortið og fáa fleiri ferðafólk til Føroyar,” sigur Árni.
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, fegnast um tilgongdina innan marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamál.
“At lítlu Føroyar megna at verða tilnevnd, saman við nógvum av heimsins tyngstu vørumerkjum, følist sum ein stórur heiður í sær sjálvum. Hetta staðfestir, at marknaðarføringin av Føroyum sum ferðafólkaland er á rættari leið,” sigur Guðrið.
Vinnarin verður kunngjørdur í London 6. apríl.
SheepView hevur frammanundan vunnið fleiri aðrar heiðurslønir, sum til dømis frá PR-tigeren úr Danmark, Stora PR-priset úr Svøríki, Epica Awards úr Fraklandi og Vega Awards úr USA, umframt Ársins Átak á Vinnudegnum 2016.
SheepView átakið er ment saman við lýsingafyritøkunum Sansir úr Føroyum og Liquid Minds úr Danmark.




