Í vikuskiftinum broytti Shell navn, og eitur nú Magn.
Shellstøðin sum alla tíð hevur verið gul og reyð, er nú reyð við einum ánilsi av grønum í. Kraftigi reyði liturin fangar væl, og grøni sirkulin umboðar grøna orku, og ikki minst endurnýtslu. Bilarnir hjá Magn hava eisini fingið nýggjan ham, og riggar teir sera væl. Leiðarin hjá Shell í Norðoyggjum sigur, at eftir 1. apríl, skal man ikki kunna síggja Shell nakrastaðni. Men vit eru komin so mikið væl áleiðis, at hetta ikki verður nakra trupulleiki, sigur Niclas Heri at enda.




