Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Shell í Klaksvík fingið nýggjan leiðara

Oliver Joensen

Tað er nú nakað síðani at kunngjørt var, at Hans Petur Clementsen hevði fingið starvið sum deildarleiðari í Føroya Banka. Nú hevur Shell sett Niclas Hera Jákupsson sum leiðara á Shellstøðini í Klaksvík.

Niclas Heri Jákupsson er 35 ára gamal og stóð í læru sum bókhaldari á skrivstovuni hjá J.F.Kjølbro sum ungur, síðani hevur hann fingist við ymiskt sjálvstøðugt arbeiði og harafturat hevur hann arbeitt 7 ár sum sølumaður á J.F.K.-heilsølu til hann fyri einum ári síðani stovnaði felagið IRIS saman við Jógvan Eliasen.
Niclas Heri Jákupsson skal taka við starvinum á Shellstøðini í Klaksvík 1. apríl og sama dag tekur Hans Petur Clementsen við starvinum sum deildarleiðari í Føroya Banka í Klaksvík.