Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Shell skal verða sjónligt í Klaksvík

Oliver Joensen

Í dag 1. desember, byrjar Niclas Heri aftur sum leiðari hjá Shell í Norðoyggjum, og í tí sambandinum dátt Norðlýsið inn á gólvið hjá Shell í morgun, fyri at fáa eitt lítið prát við hann.

Tað stendur ein spennandi og krevjandi tíð fyri framman. Eg eri vitandi um at tíðirnar eru nógv broyttar, síðani eg sat í hesum stólinum síðst, men eg vil fegin gera alt hvat eg eri mentir, at gera Shell so sjónligt í býarmyndini sum til ber. Umframt at vit fylgja við í kappingini, so vilja vit samstundis vísa okkum sum ein ábyrgdarfullan orkuveitara. Tað er einki at ivast í, at leiðslan hjá Shell trýr uppá vinnulívið í Norðoyggjum, og tí vil Shell seta allar kreftir inn, fyri at røkja hendan part.

Bilarnir koyra út frá Klaksvík og telefonin verður tikin í Klaksvík
Skal man hava eina fyritøku at koyra í Klaksvík, so má man eisini kunna taka avgerðir í Klaksvík. Tí hava vit lagt stóran dent á, framhaldandi at hava eina umsiting í Klaksvík. Tær flestu stóru fyritøkurnar sum hava høvuðsskrivstovuna í Havn, hava onga umsiting á bygd. Soleiðis er tað ikki hjá okkum, sigur Niclas Heri. Helvtina av øllum oljubilinum hjá Føroya Shell, koyra út frá Klaksvík. Vit hava eina stóra goymslu norðuri í Áninum, og tá fólk ringja til okkum fyri at bíleggja, ella við fyrispurningi, so er tað ikki ein telefon í Havn sum verður tikin, men eitt lokalt fólk sum situr á skrivstovuni hjá okkum í Klaksvík. Hetta haldi eg er sera umráðandi, og hetta er nakað sum vit framhaldandi ætla okkum at halda fast við.

Shell er við í nógvum í Klaksvík
Tá man drívur hetta slag av handli – har tað eru tveir veitarar, sum bjóða somu vøru fyri sama prís, so er umráðandi at knýta bond millum okkum sum veitara, og kundan sum brúkara. Ein máti at gera tað, er at stuðla og sponsorera, og tað eg haldi at Shell hevur gjørt nógv við her norður, sigur Niclas Heri. Stjørnan og Mjølnir hava haft sáttmála við Shell í fleiri ár, eins og Summarfestivalurin og Føroya Sjómannadagur hava fingið góðan stuðul frá okkum. Vit hava eisini ein stuðulssáttmála við Mentanarhúsið Atlantis, og í ár var Shell eisini við til at fáa Truckerfestivalin til Klaksvíkar. Umframt hetta, so hava vit roynt at hjálpt smærri felagsskapum og tiltøkum. Í summar skrivaðu vit undir tvey ára sáttmála við Kí, og er hetta nakað sum vit eru sera glaðir fyri.

Longri heimi í býnum hava vit ein sera dugnaligan kappingarneyta, har góð og fyrikomandi fólk arbeiða. Vit mugu bara royna at gera okkara arbeiði so gott sum til ber, og vóna at tað er gott nokk. Góð kapping er altíð sunn, og venda tingini rætt, so tænir góð kapping altíð kundunum best. Eg eri sera glaður fyri aftur at verða hjá Shell, og síggi eg fram til at verða partur av einum góðum toymi, sigur Niclas Heri at enda