Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Shu-Bi-Dua til Klaksvík á Summarfestival

John William Joensen

Shu-Bi-Dua, sum seinastu 33 árini hevur skrivað hitt omaná hitt, verða partur av Summarfestivalinum 2006

Á tíðindafundi í morgun í Norðoya Sparikassa, løgdu fyrireikararnir av Summarfestivalinum 2006 framm tvey av útlendsku nøvnunum, sum verða á Summarfestivalinum.

Shu-bi-dua
er ímyndin av polulerum donskum festivaltónleiki. Bólkurin, sum hevur verið virkin og sera vælumtóktur síðan miskeiðis í 1970unum, hevur selt fleiri enn 5 milliónir bond, plátur og fløgur í Danmark, og teru verða roknaðir sum kanska besti festivalbólkurin í Danmark. Shu-Bi-Dua skrivar og spælir tónleik til stóru og breiðu fjøldina. Tey flestu munnu kenna onkran av sangunum hjá bólkinum, sum hevur skrivað hitt omaná hitt í fleiri enn 30 ár.
Eingin keðir seg á konsert við Shu-Bi-Dua, og so kann tað gera tað sama, um tú ert 4, 104 ella onkrastaðni harímillum. Eftir 33 ár og 18 útgávur eru Shu-Bi-Dua nakað heilt serligt í donskum tónleiki, og er tað nakað, sum teir klárað fram um aðrar tónleikabólkar, er tað at spæla og undirhalda á konsertum og festivalum. Shu-Bi-Dua teir duga.