Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Shubidua eru sjúkir

John William Joensen

Shubidua hevur meldað avboð vegna sjúku, men hinir útlendsku bólkarnir royna framvegis at koma til Føroya at spæla á Summar Festivalinum í kvøld. Floglíkindini eru tó framvegis vánalig

Tað gongur einki serligt við at fáa útlendsku bólkarnar, sum skulu spæla á Summar Festivalinum í kvøld, til landið. Ring floglíkindi gera, at tað er ikki lendandi í Vágum, og fýra útlendskir bólkar hava bíðað allan dag eftir at sleppa til Føroyar.
 
Shubidua hevur fyri einari løtu síðani boðað frá, at teir koma ikki til Føroya. Orsøkin er, at Michael Bundesen er blivin sjúkur á flogvøllinum, og bólkurin hevur tí givið avboð.
 
Johnny DeLuxe og David Phelps eru farnir í flogfarið, sum er komið úr Basel til Keypmannahavn eftir bólkunum, og flogfarið hevur sett kós ímóti Føroyum.
 
Roger Hogdson hevur fyri fjórðu ferð verið í flogfari yvir Føroyum í kvøld, men heldur ikki hesaferð eydnaðist tað at sleppa niður.
 
Fyrireikararnir av Summar Festivalinum harmast støðuna, men tónleikurin steðgar ikki. Føroyskir bólkar fara at spæla til langt út á náttina, og veðrið er nú av tí besta til at halda festival.