So verður síðsti dystur í hesi undankapping í dag. Dysturin verður móti Apollon úr Cypern. Sum tað ljóðar úr Litava, so eru genturnar við gott mót, so hvør veit, kanska ein sigur?, siga tey úr Litava.
– Vit kunnu spæla frítt í kvøld, so vit hava gott mót, sigur Randi Wardum. Øll samrøðan, sum Símun Akursmørk hevur gjørt við hana, kann síggjast niðanfyri.
Uppstillingin verður hendan:Randi Í verjuni: Katrina, Annika, Bára og Sigrid Miðjan: Eyðvør, Olga Kristina, Maria og Laila. Álop: Gudny Í kvøld verður veitsla fyri øll liðini, sum hava luttikið í hesi undankappini her í Siauliai. Í morgin kemur ferðalagið heim aftur úr Litava og verða eftir ætlan í Føroyum kl. 20:00.
Dysturin byrjar kl. 16.00 føroyska tíð.




