KÍ spælir ein avgerandi leiklut aftur í ár um, hvørs eitt ella tvey lið skulu flyta upp úr 1.deild. KÍ liggur í løtuni á 3. plássi, hóast liðið hevur tapt fýra teir síðstu dystirnar.
Hesaferð kann B68 fara framum, um KÍ ikki vinnur sín dyst.
KÍ fær leygardagin vitjan av TB/FCS/Royn, sum liggur langt aftast í deildini. Dysturin byrjar kl. 15.00. B68 fær vitjan av B71, meðan NSÍ á 2. plássið sum hevur sama stigatal, men betri málmn enn KÍ, spælir á heimavølli móti HB.



