Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Síðsti heimadystur hjá minst tveimum KÍ-leikarum sunnudagin

Jákup Ósá

KÍ-venjarin váttar, at tað er heilt vist, at tveir av leikarunum hjá KÍ ikki halda fram næsta ár.

Sunnudagin spælir KÍ sín síðsta heimadyst í ár. Hjá summum leikarum gongur sáttmálin út eftir hetta kappingarárið, og tað er heilt vist, at tveir av leikarunum ikki halda fram.

– Simen Sandmæl heldur ikki fram í Føroyum næsta ár, og so er eisini avgjørt, at Darius Lewis ikki heldur fram í Føroyum. Darius bleiv skaddur í 1.deild í gjár, so tað er óvist, um hann verður tøkur til dystin sunnudagin. Hjá hinum leikarunum, ið ongan sáttmála hava fyri 2020, er einki komið endaliga uppá pláss enn, men vit arbeiða við tí, sigur Mikkjal K. Thomassen við Norðlýsið.

 

Leikararnir, sum ikki hava sáttmála við KÍ í 2020 og har støðan er óviss, eru:

Meinhardt P. Joensen

Ísak Simonsen

Jesper Brinck

Semir Hadzibulic

Magnus Stamnestrø

Torbjørn Grytten

Páll A. Klettskarð