Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Siðvenja forðar Landsstýrismálanevndini at blanda seg

John William Joensen

Norðlýsið hevur seinasti trý árini roynt at fingið innlit í nýtsluna av evnafrøðisligum evnum og heilivági, sum Landslæknin, Landsdjóralæknin, Landsapotekarin á hvørjum árið hava játta alivinnuni at brúka í samband við aling á føroysku firðunum.

Einastu tøl, sum eru almenn eru tøl yvir samlaða nýtsluna av evnafrøðisligum evnum hjá allari alivinnuni í Føroyum bólka eftir slag av heilivági.

Granskari á Umhvørvisstovuni staðfesti í samrøðu við Norðlýsið,  at samlaða nýtslan hjá vinnuni av einum ávísum slag av evnafrøðisligum evni, sum  í 2014 var latið út í náttúruna, í nøgd var nóg mikið til at drepa alt lív hálva aðru ferð í Sundalagnum, sum er vatn ríkasta aliøkið í landinum.

 

Landsstýrismálanevndin vil ikki blanda seg uppí

Í brævið til Norðlýsið fyri løtu síðan skrivar Landsstýrismálanevndin m.a.:

… Landsstýrismálanevndin hevur tann 1. Januar 2018 móttikið klagu tygara, har tygum heita á landsstýrismálanevndina at bera so í bandi, at Heilsu- og innlendismálaráðið aktar boðin frá Løgtingsins Umboðsmanni….

 

Málið hevur verið viðgjørt á fundi tann 17. Januar 2018, og gjørdi meirilutin (Magnus Rasmussen og Annita á Fríðriksmørk) av ikki at gera meira við málið…..

 

…. Tað er siðvenja, at tá annar av hesum eftirlitsmyndugleikum (Red: Løgtingsins Umboðsmaður ella Landsstýrismálanevndin)  viðger ella havur viðgjørt eitt mál, so fer hin eftirlitsmyndugleikin ikki inn og viðger sama málið…..

…. Landsstýrismálanevndin vanliga ikki viðger klagur, sum viðvíkja innliti í fyrisitingina, av tí at talan er um mál, sum natúrliga hoyra undir løgtingsins Umboðsmann….

 

Les alla niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini her (PDF):