Víkingur hevur í kvøld sett navn á nýggjan høvuðsvenjara. Venjari verður Sigfríður Clementsen. Hann var venjari hjá felagnum árini 2013-2015, tá úrslitini vóru góð í steypakappingini og Europa League.
Fyrsta uppgávan hjá Sigfríði verður sunnudagin á heimavølli móti KÍ.



