Venjarin hjá Víkingi heldur, at tað mangla nakrar ávísar typir á landsliðnum.
Sigfríður Clementsen er venjari hjá Víkingi og KVF hevði áðrenn fyri nøkrum døgum síðani samrøðu við hann um landsliðshópin. Samrøðan var gjørd áðrenn landsliðið hevði havt nakra venjing.
– Man kann siga, at hetta eru alt ungir leikarar og hetta eru teir bestu leikararnir, sum eru í Føroyum. Tað, sum eg kanska kann spyrja meg, er, hvør skal arbeiða fyri øll hesi talentini. Mentalt sterkir leikarar og leikarar sum gera tað skitna arbeiðið mangla kanska eitt sindur í hesi úttøkuni. Tá talan er um altjóða dystir, so er typan ofta líka týdningarmikil sum talentið. Talentið er gott at hava afturat. Eg sakni kanska hetta í øllum ketum. Í málinum skal Gunnar spæla væl fyri at halda Teiti á bonkinum. 10 verjuleikarar eru tiknir út. Eg sakni ein eldri verjuleikara sum Atla Gregersen, sum hevur spælt væl í Víkingi og eisini í dystunum úti í Europa. Har verður tað Jóhan T. Davidsen, sum skal bera hatta og so fær hann ein ungan viðsíðuna av sær. Tað stendur sikkurt millum Rógva, Oddmar og Sonna har. Eg vænti Viljormur Davidsen verður á vinstra bakki, har hann hevur spælt væl og á høgra bakki verður Jón Tór Næs, men hann fær stóra kapping frá Bárði Hansen, sum hevur spælt væl í ár. Í Føroyum er Bárður betri, men Jónas hevur ikki spælt seg av. Á miðvøllinum vera Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson og tað sær út sum at Christian L. Holst skal liggja frammanfyri. Síðani er Róaldur afturat, sum hevur verið framúr fyri B36 í ár. Men eg sakni kanska eina typu sum Karl Løkin, Heina Vatnsdal ella Sølva Vatnhamar inni á miðvøllinum. Og í álopinum sakni eg Finnur Justinussen, tí hann arbeiðir hart fyri liðið, sigur Sigfriður Clementsen, sum saknar eina greiða útmelding um, hvat fyri spæliætlan venjarin hevur.
Sigfríður tippar hesa uppstillingina og sigast skal, at hendan útmeldingin kom áðrenn landsliðið samlaðist til nakra venjing:
—————————————-Gunnar Nielsen
Jónas Tór Næs———-Jóhan T. Davidsen-Rógvi Baldvinsson————Viljormur Davidsen
Gilli Sørensen – Fróði Benjaminsen – Christian L. Holst – Hallur Hansson – Pól Jóhannus Justinussen
—————————————–Páll A. Klettskarð




