Góði veljari !
Eg eiti Karl Marius Poulsen, og eg stilli upp fyri Tjóðveldi til kommuvalið í Klaksvík. Eg eri 48 ára gamal, giftur við Sigrun Vágstún og vit eiga 3 synir og eitt barnabarn. Aftaná fólkaskúlan stóð eg í læru hjá Pomek sum jarnsmiður, fór síðani at sigla við Vaktarskipinum Tjaldrinum, har eg tók útbúgving sum kavari. Eftir eina stutta tíð hjá Klaksvíkar Timburhandli og Føroya Bjór, var eg sjálvstøðugur vinnurekandi í nøkur ár. Seinastu árini havi eg starvast hjá IRF, har eg heinti tilfar til endurnýstlu. Hesi 32 árini á arbeiðsmarknaðinum hava givið mær eina góða barlast til at kunna taka við ábyrgdini, ið fylgir við einum býráðssessi.
Eg eri uppvaksin í einum kristnum heimi og eri frá barnsbeini lærdur upp í at hava virðing og tolsemi við øllum menniskjum, eisini teimum, ið hava aðra áskoðan enn eg.
Politikkur
Á ungum árum fekk eg áhuga fyri politikki. Eg havi í tí sambandi sitið í nevndini í Tjóðveldi í 8 ár, tey fyrstu árini sum næstformaður og tey seinnu sum formaður. Hesa seinastu býráðssetuna havi eg siti sum varafólk hjá Tjóveldi, og í tí sambandi hava boð verið eftir mær nakrar ferðir at taka sæti í býráðnum.
Ítróttur
Eg havi ígjøgnum árini tikið lut í felagslívinum, sum er í Klaksvík. Havi verið virkin innan ítrótt alt mítt lív, har Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur fylt mest. Fyrst sum leikari, seinni sum dómari, eitt stutt tíðarskeið sum partur av leiðsluni í KÍ og seinast sum venjari, har eg fyri tveimum árum síðani havi lokið venjaraútbúgving við A-lisens frá FSF. Harumframt havi eg verið virkin íðkari innan hondbólk, flogbólt og svimjing.
Mentan
Sum 18 ára gamal varð eg biðin um at vera við í leiki hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, har upplivdi eg ein heim og eina mentan, ið eg ikki kendi áður. At verða sjónleikari er ein dreymur hjá nógvum børnum og ungum, tey koma inn í eina spennandi og øðrvísi verð, tey møta avbjóðingum, sum styrkir um teirra sjávsvirði og fær tey at blóma og gleðast. Tí eru hølisumstøður til mentan eitt av mínum hjartamálum.
Umhvørvi
Mín áhugi fyri umhvørvinum er nógv vaksin síðani eg fyri fimm árum síðani byrjaði í starvi hjá IRF innan endurnýstlu. Nógv er hent innan hetta øki til tað betra, men enn er langt eftir á mál.
Eldraøkið
Sum avvarðandi hjá búfólki á eldrastovni í Klaksvík vil eg gera mítt til, at tað framhaldandi skal vera gott og trygt, at gerast eldri borgari í kommununi.
Góði veljari! Um hetta eisini hevur tín áhuga, síggi eg fram til at umboða hesi sjónarmið í einum komandi býráð. Gott val øll somul.
Karl Marius Poulsen
Valevni fyri Tjóðveldi í Klaksvíkar kommunu




