Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sightseeing i Hetlandi

Oliver Joensen

Í dag, sunnudagin, gjørdu vit av at koyra norður eftir, so langt vit kundu, uttan tó at fara við nakrari ferju. Hóast ongin sól hevur verið, so hevur verið lýtt og eitt litið sindur av vindi.

Vit koyrdu allan vegin heilt norður á Nordurendan aá Mainland, til Toft har ferjan gongur til Yell. Hagani gekk leiðin suður aftur Sullum Voe, har vit vitjaðu oljuterminalin. Men orsakað at tað var sunnudagur, fingu vit ikki samband við nakran, sum kundi geva okkum frágreiðing um terminalin.
Síðani fóru vit út á hálvoynna North Maven, har vit koyrdu til norðendan, North Roe, har vegurin endaði. Allastaðni har vit koyrdu, sóu vit vøtn, sum teir kalla "Locks", og sera stór vøtn, á stødd við Leitisvatn og størri.
Tá vit høvdu koyrt allan morgun, endaðu vit á einum vatnið id kallast "Gluss", har vit fiskaðu frá middegi og til umleið kl. 19.
Nøkur síl fingu vit, og eisini vóru vit fastir í einum rættiliga stórum síli, sum vit ikki fingu inn, so tad hava vit ikki mynd av.
Vit eru sanniliga vorðnir nakrar góðar løtur ríkari.