Segði Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu m.a. í røðu sínari fyri innsavnarunum hjá Reyða Krossi, áðrenn tey treystliga løgdu leiðina út at savna inn pengar í dag.
Vit prenta røðuna sum Signhild V. Joannesen helt uppi hjá Jórun í dag niðanfyri:
Ólavsøkan 2018. Klokkan er 3 um náttina, og eg standi í kø í Pizzakjallaranum saman við míni tannáringa dóttir. Hon er svong og vit bíða eftir pizza. Her eru mest ung fólk, nøkur eru sjónliga ávirkaði av rúsdrekka. Ein vøkur tilkomin kvinna í føroyskum búna, ikki ávirkað av alkaholi, situr og hyggur í telefonina.
Vit bíða, nøkur eru í góðum lag, onnur troytt av at ganga oman og niðan eftir áarvegnum. Okkurt geispið hoyrist. Ein ungur tunnur maður, ávirkaður og troyttur, eigur tørn. Pizza og Jolly, sigur hann, 95 kr sigur maðurin innanfyri diskin. Biiiip sigur terminalurin, beløbet for højt. Ungi maðurin blívur illa við. “Gott er, so kann eg ikki keypa”. Men tá hann ætlar sær avstað, loypir vakra tilkomna kvinnan í føroyskum búna av stólinum og sigur, “hatta orni eg”.
Hon strýkir korti eftir terminalinum, og setir seg aftur at hyggja í telefonina. Ungi maðurin fer yvir til kvinnuna, “hatta var ikki neyðugt, men takk fyri”, sigur hann, meðan hann rættir henni hondina sum tøkk.
Eg blívi rørd, føli at eyguni gerast vát. Hetta ávirkaði meg, hetta, at fólk sum hava heilt hvør síni lívsvirðir, møtast í einari løtu sum hesari.
Fekk eina góða kenslu av at hoyra til eitt gott fólk og eitt gott land. Hesa náttina í Pizzakjallaranum upplivdi eg tolsemi, virðing og hjálpsemi.
***
Tað er langur vegur úr Pizzakjallaranum í Havn til eitt nú Idlib í Sýria, har umleið 2,5 milliónir børn og vaksin eru fangaði beint nú. Tey hava heilt aðrar avbjóðingar og trupulleikar enn vit. Men okkara besti møguleiki fyri at loysa avbjóðingarnar bæði har og her, botna í tí sama: tolsemi, virðing og hjálpsemi.
Alt byrjar í tí smáa, eisini gevara lindi. Hvat megna vit ikki saman, um vit hvør sær gera okkara til at hjálpa hvør øðrum.
At avbjóðingarnir eru á heilt øðrum støði og av øðrum slag uttan í heimi, vita vit væl, men menniskjaliga hugburðurin byrjar inni í hvørjum einstøkum.
***
At vera menniskjalig, ópartísk, uttanveltað, óheft, sjálvboðin, ein eind, at vera algildug. Hetta eru tær 7 aðalreglurnar hjá felagskapinum Reyða krossi. Fyrsta aðalreglan er reglan yvir øllum. At vera menniskjalig. Tað skal verða mítt boð í dag, lat okkum øll verða menniskjalig, við øllum okkara lýtum og lótum. Menniskju eru um allan jarðarknøttin og nógv av teimum eru í svárari neyð. Vit tosa um milliónir av fólkum, sum hava tørv á lívbjargandi hjálp, heilivági, mati og tryggleika, og tað kann tykjast sum ein ovurstór uppgáva, sum sjálvandi ongin megnar at loysa einsamallur.
Tí er tað gott, at uppaftur fleiri milliónir fólk kring allan heim eru klár at hjálpa. Fleiri enn 17 milliónir sjálvboðin fólk í 191 londum kring knøttin eru kjarnin í Reyðakrossi, og nøkur av teimum standa her í morgun.
So tann útrættaða hjálpandi hondin er eins her og alla aðrastaðni í heiminum. Líka sum hon var í Pizzakjallaranum á ólavsøku.
At Reyðikrossur í Føroyum saman við tykkum øllum, ár eftir ár, megnar at savna saman hundraðtúsundavís av krónum, er ein fantastiskur innsatsur frá øllum. Stóra tøkk til tykkum øll og góða eydnu í dag.




