Norðoyastevna 2017!
“Frið lati Eg tykkumeftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjartatykkara óttist ikki og missi ikki mótið! Skrivar Johannes evangelistur í kap.14 ørd. 27”
Góðu Norðoyastevnugestir– góðu norðoyingar
Dagar, vikur og ár gangaskjótt, og Norðoyastevna 2017 er longu her. Dagurin, vikan og árið, ið fariðer, kunnu vit ikki liva umaftur og onki gera við. Vit kunnu minnast, læra ogtaka tað við okkum í huganum, sum ger okkum framtíðina bjartari og vónríkari.Tí er gott at njóta løtuna í kvøld, steðga á og heilsa hvør øðrum. Henda løtankemur ikki aftur, men fer vónandi í minnið sum nakað gott.
Vit sum dagliga búleikastí tryggum og smáum umhvørvum – sum Klaksvík, Norðoyggjar og allar Føroyar eru -hoyra javnan um ótryggleikan uttan í heimi. Vit njóta døgurðan, balla okkum ásofuni, lata børnini spæla uttandura og hurðar standa opnar. Alt hetta í meðanútvarpstólið sendir tíðindir frá Mykinesi, um ikki at ganga í haganum, tí taðhóttir lundastovnin, heilt til Sýria, Norður Korea og USA, har persónar viðmakt, spæla sær við vøddunum og øll verðin kennir seg hóttan.
Vit hoyra tíðindi úrSýria, har borgarakríggj hevur herjað í longri tíð. Har fólk lata lív, hóasttey á ongan hátt sjálvi ynskja at vera ein partur av krígnum, har familjur muguflýggja frá húsi og heimi, uttan at vita hvat tey hava í væntu. Eitt kríggj iðbyrjaði í tí gerandisliga og fólksliga. Umstøður har borgarar føldu segórættaðan og ólíka viðfarin. Gjógvin ímillum rík og fátøk gjørdist størri.
Tað er so skjótt, og solítið sum skal til fyri, at skapa sundurlyndi og spjaða fólkið. At vit viðorðum og gerðum í dag, kunnu føra til illskap og skilnað í millum fólk,familjur, átrúnaðarbólkar og samfelagsbólkar. Vit eiga at læra av fortíðini oghugsa okkum væl um, áðrenn vit harta øðrum fyri at liva á annan hátt, enn tannvit sjálvi meta vera rættast. Vit mugu lyfta okkum upp um okkara egnunalvaskoðan og virða hvønn annan og tosa virðiligt. Hvussu møta vit hvør øðrum?Hvussu geva vit okkara næsta pláss? Nakað vit eiga at spyrja okkum sjálvi um.Ikki síðumannin, men okkum sjálvi.
Vit hava góðar vanar íFøroyum. Um vit halda fast í tí góða, bæði í almenna rúminum og heima hjá hvørøðrum, er tað ikki alt avgerandi, hvør situr við ræði.
Grundvøllurin er lagdur,vit kenna hvønn annan og hava álit á hvør øðrum. Hetta megna vit best, um vithava eitt samhaldsfast samfelag. Eitt samfelag har vit ikki loyva næstanum atdetta niður ímillum. Vit hava í dag skipanir sum lofta og lyfta. Skúlaverki,heilsuverki og almannaverki. Og vit hava hópin av fólki í frítíðar- ogítróttarfelagsskapum, sum ólønt geva okkara børnum og okkara ungu, eininnihaldsríkan gerandisdag eftir skúlatíð. Hetta er besta heimaráð fyri góðarvanar til okkara eftirkomarar.
Friðurin kann einans varðveitastvið javnrættindum. Tí er tað at vit gjalda skatt og avgjøld til landi.
Vit í Føroyum mugu standasaman um tað góða, standa saman um friðin. Friðurin er ein rættur, men ikki einsjálvfylgja.
Í dag byrjarNorðoyastevnan, summarið er fyri durum og alt kennist gott. Og tað kann tykjastsum tað myrka og ringa ikki er til.
Vit sum eitt av fáulondunum, hava frið í landinum. Latum okkum tí hevja tað góða framum tað ringa,latum okkum síggja tað vakra framum tað ljóta, og latum okkum elska heldur ennat hata.
Ein av kendastu sangunumhjá fyrrverandi Beatla’num John Lennon sigur tað so gott:
Imagine no possessions
I wonder if you can
No need for greed orhunger
A brotherhood of man
Image all the peoplesharing all the world
Góða Norðoyastevnu Norðoyingar og gestir!




