Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigrun 60 ár

Norðlýsið

Í dag 8. mai fer Sigrun Poulsen um tey seksti.

Sigrun er skrivstovufólk í Sjónámi – har hevur hon arbeitt mestsum bara saman við monnum í meiri enn 25 ár. Sigrun hevur arbeitt í skrivstovu, síðan miðskeiðis í 70unum, tá ið hon fór í læru hjá P/F J.F. Kjølbro. Kontórið hjá Kjølbro var hinumegin vegin, har sum Sigrun búði, so hon hevði ikki langt til arbeiðis tá. Eftir lokna útbúgving hevur hon verið skrivstovufólk í Tekniska skúla og í Heilsøluni hjá Kjølbro, men í august mánað í 1989 fór hon í starv á Klaksvíkar Sjómansskúla á Garðavegi. Skúlin á Garðavegi var heldur ikki so langt frá hennara bústaði beint omanfyri.

Eftir samanleggingin av sjómansskúlanum og Trygdarmiðstøðini í 2011 røkti hon skrivstovustørvini bæði á Garðavegi og í Bøgøtu. Nógv var at halda skil á, og nógv nýtt var at seta seg inní, men tað megnaði hon til UG. Hon hevði tvær telefonir í lummanum – eina til hvønn stovnin, og tað er ikki løgi, tá ið tað ringdi í lummanum, og hon onkuntíð tók ta skeivu telefonina. Men eftir at hava súkklað og gingið ímillum báðar skúlarnar fleiri ferðir um dagin í eitt tíðarskeið, hevur hon røkt alt undir sama taki úti í Sjónámi á Vestaru bryggju.

Og væl hevur hon røkt sítt starv. Umframt at hava bókhaldið, hevur hon hildið skil á so ógvuliga nógvum øðrum sum t.d. at taka ímóti bíleggingum til skeið. Føroyingar eru siglandi fólk, og spyrt tú ein seinnapart Sigrun, hvønn hon hevur tosað við í dag, so kann svarið vera, at hon hevur tosað fók í Norra, Brasilia, Kina o.s.fr.

Vit eru heppin at hava eina sum Sigrun í Sjónámi. Hon er sjáldsama nærløgd og væl skipað í sínum starvi. Eitt annað, sum lýsir væl Sigruna, er, at eftir at vit fluttu út á Vestaru bryggju, var kantina gjørd til lærararnar at drekka kaffi og eta døgurða/matpakka. Kantinan er í dag brúkt onnur endamál, tí allir lærarar sita inn í kontórinum hjá Sigrun og drekka kaffi og eta sín matpakka. Har er nógv betri at vera…

Sjómansskúlalærarar eru fólk, ið næstan ikki fáast úr starvi aftur. Ikki nógv útskifting er, men tá ið nýtt fólk er komið í starv, hevur Sigrun tikið ógvuliga væl ímóti, og øll hava kent væl sera væl móttiknan.

Sigrun er gift Jógvani Poulsen av Uppsølum. Tey bygdu í 80unum við Kjalarveg, og tey eiga Óla, sum er sølumaður hjá MEST og Jan, sum er undir lestri í Budapest í Ungarn.

Dagurin verður hildin saman við familjuni.

Hjartaliga til lukku við degnum

Ynskir

Starvsfelagi