Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigur til Stjørnuna á VB

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava ídag á útivølli vunnið 30-25 á VB

Tað má sigast at vera ein góð byrjan hjá Michael Ericsson, sum hevur tikið yvir eftir Henrik Gerster sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni, at vinna trupla útidystin móti VB. Dysturin var eisini tann fyrsti landskappingardysturin hjá rumensku Nadu Pavlov. Nada fekk skaða í annan fótin í venjingardysti beint áðrenn landskappingin byrjaði, og hevur ikki verið før fyri at leika fyrrenn nú.

Vit frætta úr Vági, at gekk javant á allan fyrra hálvleik, har liðini skiftust um at hava leiðsluna. Hávlleiksstøðan av 15-14 til VB.

Stjørnan fekk eina góðan byrjan uppá á seinna hálvleik. Tá 10 minuttir vóru leiktir, hevði Stjørnan eina leiðslu uppá 5 mál, og økti Stjørnan støðugt um leiðsluna, sum hálvleikur leið. Tað einu løtuna var leiðslan 9 mál. VB fekk minkað nakað um munin móti dystarenda.

Stóri leikarin hjá Stjørnuni var 16 ára gamal Tóra Eliasen, sum gjørdist toppskýtti við 10 málum. Nada, sum leikti sín fyrsta landskappingardyst stóð seg væl, hon skeyt 9 mál. Hinir málskjúttarnir hjá Stjørnuni vóru Marta Beljic við 6 málum, Edith Hansen 2 mál og Una Váðklett fekk 1 mál.