Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Sigur til Stjørnuna

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá Stjørnuni eru á veg norðuraftur úr Vági við tveimum stigum í skjáttuni. Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, tá VB í dag tók imóti Stjørnuni, tó var tað Stjørnan, sum hevði munin gjøgnum allan hálvleikin. Hálvleiksstøðan var 16-15 til Stjørnuna.                                                                                                                                                                            Tað gekk eisini javnt á stóran part av seinna hálvleiki, men seinastu løtuna av hálvleikinum hevði Stjørnan hug at draga frá VB, og tá samanumkom, endaði dysturin við einum greiðum 34-27 sigri til Stjørnuna.   

Málini hjá Stjørnuni skutu: Sonja S. á Bergi 8, Iulia Nalviko 8, Bergit Svarvadal 5, Durita L. Johansen 4, Ella L. Samson 3, Sarah Berhou 2 og Anna Jacobsen 1.