Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigurd H. Mikladal er nýggjur stjóri á Lundin Software

John William Joensen

Sigurd H. Mikladal er settur sum nýggjur stjóri á KT fyritøkuni Lundin Software sum hevur høvuðssæti í Bukarest, Rumenia.

Sigurd H. Mikladal er 31 ára gamal, og hevur MSc prógv í “Management of Science, Technology and Innovation” frá Manchester Business School, The University of Manchester.

Hann hevur fyrr starvast innan kunningartøkni og hevur í Føroyum arbeitt millum annað hjá COM-DATA P/F, innan KT-sølu. Umframt royndir innan KT hevur hann eisini royndir við at arbeiða innan altjóða felagskapir.

Undanfarni stjórin, Jørleif Bech, heldur fram í nýggjum starvið sum Tekniskur Stjóri í Lundin Software.

Sigurd er byrjaður í starvinum og verður saman við starvsfólkum hjá Lundin Software at finna við leikvøllin í Piatra Neamt fyri at stuðla føroyska fótbóltslandsliðnum til eitt gott úrslit ímóti Rumenia tann 14. okt. 2009.

Lundin Software, ein sólskinssøga!
Lundin Software er ein KT fyritøka við føroyskum uppruna við høvuðssæti í Bukarest í Rumenia.

Lundin Software bleiv stovnað av Jørleif Bech í 2003 á Skála í Føroyum, og saman við honum flutti alt menningarvirksemið til Bukarest í Rumenia í 2005. Høvuðsorsøkirnar til hetta vóru, at tað bleiv mett at kostnaðurin á KT skipanum var alt ov høgur í Føroyum og at avmarkaða útboðið av vælskikkaðum forritarum gjørdi tað torført at menna stórar og hátøkniligar skipanir.

Tað bleiv byrjað í smáum og leita varð eftir einari skrivstovu og eftir einum forritara at hjálpa til við teimum verkætlanum sum vóru ávegis. Eftir at hava fingið gongd á bleiv skjótt greitt, at tørvur var á fleiri fólkum og betri umstøðum. Nú hevur Lundin Software høvuðsskrivstovu á Bulevardul Natiunilor Unite, sum er beint yvirav navnframa parlamentsbygninginum í Bucharest og hevur tí góðar umstøður til starvsfólkini.

Fyritøkan hevur síðani stovnan miðvíst lagt seg eftir at arbeiða við seinastu tøknum frá Microsoft og at hava forritarar við bæði stórari vitan og royndum í Microsoft umhvørvum. Nú hevur Lundin Software bygt upp eitt sera sterkt vitanargrundarlag, sum kundarnar kunnu njóta gott av.

Ein av seinastu liðunum í menningini hjá Lundin Software hevur verið at skilja tekniska og administrativa partin sundur, Sigurd H. Mikladal tók við sum stjóri, og Jørleif Bech fór í nýtt starv sum Tekniskur Stjóri. Hetta hevur eisini tryggjað, at Lundin Software framvegis hevur eina føroyska kjarnu og sterk bond til Føroya eins og tryggjað tann sterka kreativa andan á teknisku deildini.

Atlantic Airways, Havsbrún og Faroe Ship kunnu í dag teljast ímillum kundarnar, sum Lundin Software hevur samstarv við, og hava tær sera týðandi skipanir sum stýra stórum parti av teirra virksemi, dømir um slíkar skipanir eru:

* viðlíkahaldsskipan til flogfør og tyrlur
* sporførisskipan til ídnaðarframleiðslu
* viðlíkahaldsskipan til ídnaðarfyritøkur
* koyriordraskipan við mobilari loysn
* stempulskipan til tíðarstýring

Sum partur av tænastuútboðnum bjóðar Lundin Software eisini at útvega og hýsa starvsfólkum í sambandi við útveiting (outsourcing) av verkætlanum hjá kundum.

Atgongdin til eitt stórt útboð av vælskikkaðum og útbúnum fólki í Rumenia ger tað møguligt at hava eitt sera høgt tænastustøðið uttan tann høga kostnaðin.

Í samstarvi við verandi kundar, fer Lundin Software, umframt at menna skipanir beinleiðis til kundar, at miðja eftir at marknaðarføra onkrar av skipanunum sum longu eru mentar, soleiðis at virkir í Føroyum og uttanlands kunnu fáa ágóðan av royndunum hjá Lundin Software.

Dentur verður framhaldandi lagdur á at varðveita tann sterka nýskapandi andan í fyritøkuni, og tí er umráðandi fyri Lundin Software áhaldandi at dríva menning av nýggjum tøknum. Eitt dømi er at Lundin Software hevur, umframt tær meira vanligu tøknirnar, lagt seg eftir at menna skipanir til t.d. Windows Mobile og er nú ført fyri at menna sera umfatandi, smidligar og framkomnar loysnir.

Lundin Software kann í dag roknast fyri at vera ein sólskinssøga í KT-heiminum, har hart miðvíst arbeiði og góð leiðsla hava bygt eina lønsama og vælvirkandi KT fyritøku við einari bjartari framtíð