Toppskorarin á løgtingsvalinum ígjár vitjar Norðlýsið í dag
Beinir Johannesen fekk 714 persónligar atkvøður í Klaksvík og 1.677 í øllum landinum. Hann fekk flestar persónligar atkvøður á løgtingsvalinum hesaferð.
Í formansumfarinum ígjár var róð fram undir at ungi fólkafloksformaðurin fær initiativið at skipa samgongu. Tað er tó pápabeiggi hansara, Aksel V. Johannesen sum hevur møguleikan fyrst.
Vit hava Beinir Johannesen í studio út á dagin. Tá vit høvdu hann í rørinum, stóð hann og vaskaði upp!



