Tað vóru Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, Edva Jacobsen og Kári P. Højgaard samd um í løgtinginum, tá 2. viðgerð av lækking av grundupphæddini í pensjónini var á skránni í nátt.
Í løtuni verður fólkapensjónin viðgjørd og Kári P. Højgaard helt, at tað líktist ongum, at viðgera eitt so stórt mál mitt um náttina. Kaj Leo Holm Jphannesen var samdur og helt, at man við virðing fyri pensjónistunum átti at viðgjørt eitt slíkt mál um dagin og ikki mitt á nátt, tá flestu pensjónistar sova og ikki hava møguleika at fylgja viðgerðini, ið rakar teir.




