Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sílaveiðufelagið á aðalfundi

Oliver Joensen

Fríggjakvøldið 6. Mars var fundur í Føroya Sílaveiðufelag.

Josias Jacobsen, formaður í felagnum segði millum annað í formansrøðu síni at nú nærkast tíðin, tá nýggju íslendsku smoltini skulu setast út. Í hesum sambandi heitti hann á limir um fjølmentir at møta upp 23. mai, tá ræðararnir skulu setast upp í Leynum og Saksun, fyri at tryggja, at alt arbeiði við at útvega rogn og drúgva arbeiði í Havnadali við at røkja egg og smolt ikki bara endar sum føði fyri stóru fuglarnar.

Trupulleikar við krøkjarum

Ein afturvendandi trupulleiki hjá felagnum er ólógliga ræningin av laksi, sum krøkjarar hava fyri í náttarmyrkri. Formaðurin skjeyt upp, at skipa eina varkarskipan, serliga við Leynarvatn. “Tað er á hvørjum ári, at gestir, sum ikki kenna munin ímillum tað teir seilvir eiga og tað, ið onnur eiga, sum eru í ánni og grabba laks upp sum er ávegis niðan vatnið”.

Órudd

Josias Jacobsen, formaður í Sílaveiðufelagnum harmaðist, at plastposar, nylon, fløskur og annað sást rekast kring vøtnini. Tað er ikki vist at tað bert eru limir í felagnum sum eru gáloysnir, tí onnur fólk hava eisini loyvi at vera í haganum. Men hann heitti á limirnar um at taka tað upp, sum teir síggja liggja og sløðast. Formaðurin undirstrikaði at vit øll hava ábyrgd fyri okkara náttúru.

Broyting í veiðutíðini

Josias Jacobsen helt áfram og segði, at sum eina roynd verður veiðutíðin nú broytt. Fyrr var loyvt at veiða frá 1. mai til 15. oktober.

Hetta verður nú broytt til at loyvt verður í ár at veiða frá 15. Juni til 15. Oktober, og síðani verður aftur loyvt at veiða frá 2. Januar til 31. Apríl í 2016 eftir sílum,

Formaðurin helt tað vera áhugavert at gera hesa roynt, fyri at vita, um sjósíl eru at fáa tá í vøtnunum og um laksur framvegis er á vatninum.

At fiskitíðin verður flutt frá mai til juni kemur av at tá ferðast smoltið á sjógv.

Heiðurslimir

Tveir nýggir heiðurslimir vóru valdir á fundinum, og vóru teir Hermund Zachariassen, ið ikki var á fundi hetta kvøldið og Joen Andreassen.

Aðalfundurin valdi nýggja nevnd, í hana komu Josias Jacobsen, Andrias Joensen, Charles J. Olsen, Jón í Haraldsstovu, Thomas Vilhelm. Sum eykalimir vóru valdir Jógvan Johannesen og Jan Mohr Hermansen. Nevndin hevur ikki skipa seg.