Árni Zachariassen boðaði mær frá í gjarkvøldið, at hann var farin ein túr við kajak síni norður at Norðhavnini. Á vegnum stakk hann upp av einum hørðum blástri ið kom upp tætt við kajak hansara. Tað eydnaðist Árna at taka onkrar myndir við telefon síni. Sjálvur leyp eg sjálvandi avstað við fototóli mínum, men fekk bert eina óskarpa mynd frá landi av tí tað gjørdist ov myrkt.
Í gjárkvøldið vóru í hvussu so er tveir hvalir at síggja. Eg sendið myndir til Bjarna Mikkelsen frá Havstovuni, hann segði at hetta uttan iva helst vóru sildrekar.
Áv netinum tók eg hetta niðanfyri um Sildreka:
Sildreki heldur til allastaðni í Norðhavinum, miðalhavinum og suðuri í heitari høvum. Sildreki loypur leysur úr sjónum og eitt eyðkenni er eisini at sveivurin kemur ikki undan tá hann kavar. Honkvalurin er størri enn hannhvalurin. Hildið verður, at sildreki er fullvaksin tá ið hann er 9-10 metrar langur og 22 ára gamal. Hann kann gerast 40-50 ár.









