Limir í Klaksvíkar Fimleikafelag hugnaðu sær í svimjihøllini leygardagin, har leiðararnir góvu fimleikarunum aðrar avbjóðingar.
Tað vóru tey yngstu í Fimleikarafelagnum, tey í 1. flokkunum til og við 6. flokkunum, Í hesaferð vóru í svimjihylinum ístaðin fyri sum vanligt at venja í fimleikarhallunum. Katrin Jacobsen, sigur við Norðlýsið, at vanliga eru venjingartímarnir hjá fimleikarunum ógvuliga fast lagdir, men hesaferð hildu vit at vit skuldu bjóða teimum eina annarleiðis venjing, við at fara í svimjihøllina við teimum.
Tiltakið eydnaðist væl og teir mongu fimleikararnir hugnaðu sær óført, tá teir svumu eina stafett og harafturat gjørdu Silvaseriuna í lítla hyli ístaðin fyri sum vanligt, á gólvinum í fimleikarhøllini.




