Summarfestivalurin fer saman við Norðoya Sparikassi bjóða øllum familjum til spennandi Silvaland.
Summarfestivalurin fer aftur í ár gera sítt ítasta til, at ársins festivalur skal gerast ein ógloymandi løta, bæði fyri børnini og familjurnar, ið vitja stóra Silvalandið.
Stóra evnið fyri Silvalandi í ár er: Indiánarar og kovboyarar, og fara hesi at síggjast aftur, tá stóra tiltakið fer av bakkastokki í Klaksvík í komandi viku.
Umframt teir koma Angela og Hannibal, Basim, Silvi, gyklarar, Oskar, Eldblásarin, karikaturteknari og onnur at framføra og geva sítt íkast.
Ein serlig bommfabrik er eisini fingin til vega, og fara børnini at kunna gera sítt egna góðgæti…
So tað verða nakrir spennandi familjudagar á Summarfestivalinum, har alt tað stuttliga gerst enn meira stuttligt…




