Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Silvi bjóðar til jólahald í Lorvík ídag og í Klaksvík í morgin

Oliver Joensen

Kl. 15 ídag verður stórt jólahald við Silva í Lorvík og harafturat kemur Jólaskipið til Lorvíkar kl. 16.30.

Silvi sigur við Norðlýsið, at børnini í Lorvík kunnu gleða seg ídag, tí kl. 15.00 verður hann saman við jólamonnum við sparikassadeildina í Lorvík og harafturat fara Birgir Sigurðsson, Eyðfinn Jacobsen og Hans Michael í Mittúni at undirhalda við sangi. Skótarnir fara eisini at syngja sangir av nýggju skótafløguni, og kenna vit Silva og jólamenninar rætt, so verður eisini eitthvørt til børnini.
Í morgin, hósdagin verður tiltakið í Klaksvík við Norðoya Sparikassa, tá fer Silvi eisini at hava jólahald fyri børnum saman við jólamonnum og barnakór úr KFUM undir leiðslu av Marthu Mýri og øðrum fer at syngja.
Tiltakið í Klaksvík verður sum sagt ímorgin hósdagin ímillum klokkan 17 og 18.