Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Simen Sandmæl missir fleiri toppdystir

Jákup Ósá

Lyklaleikarin hjá KÍ fór skaddur av vøllinum í gjár.

Simen Sandmæl var aftur á KÍ-liðnum móti Skála eftir, at hann sat uttanfyri við móti Víkingi og ÍF vegna trupulleikar í rygginum. Men longu eftir 9 minuttum mátti hann út aftur. Simen fekk eina fiburspreinging í baklærið. Tað merkir, at Simen ikki kann spæla í nakrar vikur og verður ikki tøkur dystirnar fram til landsliðssteðgin í øllum førum.

 

Tað merkir, at hann missir fleiri toppdystir. KÍ spælir hesar tríggjar dystirnar áðrenn landsliðssteðgin í sepetember:

21. august: KÍ-B36

25. august: EB/Streymur-KÍ

1. september: KÍ-HB