Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Simon von Konoy aftur á Dansktoppen

Oliver Joensen

Símun úr Konoy aftur á danska toppinum hjá Danmarks Radio, hesuferð við sanginum “Forår”.

So er føroyski útisetin Símun úr Konoy – ella Simon von Konoy, sum hann nevnir seg í Danmark – aftur á danska toppinum hjá Danmarks Radio, hesuferð við sanginum “Forår”.
Fyrrárið royndi hann seg sum fyrsti føroyingur nakrantíð at gera seg galdandi á Dansktoppen við sanginum “Frihed”. Her gekst ikki ov væl, hann kom innar á sjálvan listan sum nr. 8 fyrstu ferð, men vikuna eftir reyk hann út.
Fyri kortum royndi hann eydnuna einaferð enn á hesum væl umtókta danska tindi við sanginum “Forår”, og mangt er sum bendir á, at nú er eydnan við Símuni. Eftir 3 umfør liggur hann í løtuni sum nummar 4 á listanum, og væl stuðlaður av góðum fjepparum, vinum og kenningum eru útlit til, at hann hesuferð ikki fer av tindinum við brestin.
Orsøkin er, at sangurin “Forår” hevur sett búgv í hjartanum hjá mongum dansktop-fjeppara. Millum annað spælir nýggja dansktopsrásin hjá DR sangin fleiri ferðir um dagin. Í løtuni er lagið bert á eini single-fløgu, men í oktober/november kemur skivan “Forår” út. Tíggju løg eru á henni, og bera tey øll brá av góðum, gamaldags dansktoppi.