Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Simona til Kyndil og Elsebeth heim

John William Joensen

Simona Petersen hevur boðað leiðsluni í Stjørnuni frá, at hon fyribils gevst sum stjørnuleikari og fer at leika við Kyndli, og Elsebeth fer heimaftur til Noregs

Simona Petersen hevur boðað leiðsluni í Stjørnuni frá, at hon fyribils gevst sum stjørnuleikari og fer at leika við Kyndli, og Elsebeth fer heimaftur til Noregs
Simona, sum í mong ár hevur verið, ein av berandi kreftunum á kvinnuliðnum hjá Stjørnuni, takkar fyribils fyri seg sum stjørnuleikari, og skal tað sum eftir er av kappingaráinum royna eydnuna í Kyndli.

Eftir skuffandi úrslitið í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini móti VB, hevur Stjørnan ongar møguleikar at fáa heiðursmerkir í hesum kappingarárinum.

Harafturímóti liggur Kyndil væl fyri landskappingini, og er tað alt sum bendur á, at tað verða Kyndil og Neistin sum skulu leika finalurnar um fm-heitið.

Hetta kappingarárið hevur norska Elsebeth Bergvin vart málið hjá Stjørnuni. Av persónligur áðum hevur hon ynskt at verða loyst frá avtaluni, hon hevur felagið, og hevur leiðlan felagnum gingið hesum ynski á møti. Seinasti dystur hjá Elsebeth fyri Stjørnuna verður á Skála komandi sunnudag móti StÍF.