Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Símun á Høvdanum: Skattalætti = Vælferð

(Hannefía Joensen)

Eg vil heita á allar føroyingar, at tonkja seg væl um tann 19. januar. Vit í Danmark høvdu val síðst í 2007 og har var stóra evni í valstríðnum, at lækkaði man skattin, so minsti man vælferðina, men tað er prógva, at soleiðis er tað ikki.

Føroyar og Danmark hava aldrin uppliva so góðar tíðir sum júst nú og eg pástandi, at høvðusorsøkin er tann, at bæði londini miðvíst hava lækkað skattin.

Lækkar man skattin, so veksur vælferðin og arbeiðsloysi minkar. Fólk hava hug at arbeiða meira og hetta førir við sær, at meira pengar koma í landskassan. Mín áheitan á Føroya fólk er, velji flokkar sum vilja lækkað skattin, hetta ger at Føroyar vera kappingarførar við útlandi og á tann hátt varveita vit vælferðina.

Gott val øll somul.

Vinarliga heilsan

Símun á Høvdanum,
Tranbjerg J.