Í Juli mánaða hevur Símun Poulsen úr Klaksvík, framsýning av tekningum í Leikalund.
Við á framsýningini eru 17 myndir, teknaðar í tíðarskeiðinum 1998 – 2003.
Myndaevni er sera breitt; fólk, hús og alskins lutir.
Myndirnar lýsa gerandisdagin sum Símun upplivir hann. Tær eru erligar og at hjarta er við er eyðsæð.
Tøknið í nýtt verður er litblíantur, tusj og oljukrit.
Fleiri av myndunum hava eisini skrift og orð, ið Símun nítur til at siga frá myndini.
Myndirnar eru til sølu og eru at síggja í vanligar upplatingartíð framm til 31. juli.
Framsýningin ið tekur við aftaná Símun verður við myndum hjá Magnu Auðunsson.
Hon sýnir fram í Leikalund í august mánaða.




