Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Símun Rógvi flytur heim

Jákup Ósá

Símun Rógvi Hansen flytur heim tilFøroyar og spælir væntandi í Effodeildini, har HB er favoritturat fáa hansara undirskrift.

Símun Rógvi Hansen var í 2013málverji hjá AB, har hann var ein av landsins bestu málverjum. Sovæl gekk, at hann kom í A-landsliðshópin. Men síðani fór hannav landinum og misti eisini landsliðsplássið. Men nú er málverjiná veg aftur, tí um tvær vikur flytur hann heim aftur til Føroyar.

– Tað er avgjørt, at eg flyti afturtil Føroyar um tvær vikur. Eg ætli mær eisini at spæla fótbólt,men hvar tað verður er ein góður spurningur. Tað er ikki avgjørt enn,sigur Símun Rógvi Hansen.

Símun Rógvi vísir leysasøgunumaftur um, at hann hevur tosað við HB. Enn er ógreitt, um Teitur M.Gestsson fer av landinum. Men fer hann, so er Símun Rógvi besta boðið at koma í hansara pláss.