Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Símun samskipar FAROEXPO

Jóhann Lützen

Hetta er 13. ferðin at FAROEXPO verður hildin og hesaferð eru yvir 50 vinnufyritøkur við, sigur Símun Hammer

FAROEXPO verður fyriskipaður í Runavík á 13. sinni og tað er ein vinnuráðstevna. Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri setti stevnuna fyrr í morgun. Símun Hammer, er samskipari av FAROEXPO og vit spyrja hann eitt sindur um stevnuna.

– Vit koyra yvir tveir dagar, har dagurin í dag snýr seg um fyritøkurnar, imeðan vit ímorgin hava ein almennan kjakfund og eisini veitslu um kvøldið. Leisturin við FAROEXPO er at fyritøkurnar hava stuttar fundir á sínum ella øðrum básum, sokallaði partenariat, upplýsir Símun. 

– Fyritøkurnar hava sín egna bás, tað snýr seg ikki um at gera básarnar flottar, bert básar til fundir, allir básarnir eru eins og fyritøkurnar dáma hetta sera væl, sigur Símun.

– Í ár eru fyritøkur frá Føroyum, Danmark og Noregi við. Vit halda á til kl. 17.00 í dag og í morgin, upplýsir Símun Hammer. 

Í morgin verður alment pallborð og eitt áhugavert kjak. Til pallborðið skulu politikarar svara, hvat teir ætla við Føroyum, og okkum sum búgva her, tá ið tað snýr seg um vinnu og varðveitan av vælferðarsamfelagnum. Uni Holm Johannesen verður orðstýrari. Ráðstevnu luttakararnir fáa sjálvsagt høvi at luttaka í kjakinum.