Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum sigur, at hoyringsfreistin er farin, og nú fara tey at arbeiða viðmerkingarnar ígjøgnum. Alt eftir hvussu langa tíð tað tekur, so verður kunngerðin lýst so skjótt tað arbeiði er liðugt

Norðlýsið hevur tosað við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, sum varðar av náttúru og umhvørvisøkinum. Sirið sigur, at tey hava gjørt eina kunngerð um luftdálking frá skipum og hon hevur verið til hoyringar. Freistin er nú farin og tey fara nú lýsa hana
Spurd um hvussu verður við larmi frá skipum sigur landsstýriskvinnan at fyrst verður kunngerðin um dálking gjørd liðug og lýst, síðani kunngerðin um skjóttgangandi bátar. Síðani er ætlanin at fáa náttúruverndarlógina í heyst. Aftaná tað fara vit at hyggja uppá hvat kann gerast við larm, sigur Sirið Stenberg.
Sí kunngerð um luftdálking frá skipum niðanfyri: