Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjællands Politiorkester á Norðoyastevnu

John William Joensen

Stórt tal av politistum verður at síggja á Norðoyastevnu í ár, men tað er ikki tí at politiið væntar at fáa nógv at gera á stevnuni. Talan er nevniliga um Sjællands Politiorkester, ið er mannað við knapt 30 politistum, ið fer at hava konsert í Vágstúni sunnudagin.

Sjællands Politiorkester er eitt hornorkestur, sum varð stovnað av nøkrum politistum undir 2. veraldarbardaga, og hevur sostatt nógv ár á baki. Tey hava heimstað í Rødovre og spæla til ymisk

tiltøk, bæði hjá politinum og aðrastaðni. Dirigentur er Susanne Vibæk Svanekier, ið sjálv er trompetistur, men eisini útbúgvin dirigentur á musikkonservatorium í Keypmannahavn.

Orkestrið hevur ferðast og spælt í ymsum londum, og hevur eisini eina ferð áður, í nítiárunum, verið í Føroyum. Nú eru teir aftur ávegis hendavegin, og fara at hava nakrar konsertir, meðan tey eru her. Tey spæla í SMS fríggjadagin kl. 16.00 og í múrinum í Kirkjubø leygardagin kl. 11.00. Somuleiðis fara tey at hava eina konsert á politistøðini í Havn fyri starvsfelagum sínum.

Sjálvandi koma tey eisini ein túr til Klaksvíkar, nú Norðoyastevna er á skránni.

Sjællands Politiorkester fer at spæla í Vágstúni sunnudagin seinnapartin, tá Klaksvíkar Hornorkestur hevur gingið skrúðgongu kl. 14.00 og røða hevur verið.