Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjáldsamt at KÍ vinnur tá Ransin dømir

Jákup Ósá

KÍ hevði oddsini ímóti sær, tá bæði Norðoyastevna var og Ransin N. Djurhuus var dómari.

KÍ fekk í fjør broytt vánaligu hagtølini á Norðoyastevnu, tá tað eydnaðist at vinna landskappingardyst á Norðoyastevnu fyri fyrstu ferð í 14 ár. Hesaferð var tað ikki bara Norðoyastevna, sum var tekin um eyka truplan dyst. Dómari var Ransin N. Djurhuus. Tá hann dømir dystir hjá KÍ, so hevur KÍ sjáldsama vánalig hagtøl seinastu árini. Undan dystinum í gjár hevði KÍ bara vunnið ein av seinastu 10 dystunum, sum Ransin hevði dømt, har 8 enntá vóru á heimavølli. Nú siga hagtølini, at KÍ hevur vunnið tveir dystir av seinastu 11. 

Seinastu 11 landskappingardystirnir tá Ransin hevur dømt KÍ:

2017

KÍ-07 Vestur 1-0

2016

KÍ-B36 2-2

KÍ-ÍF 2-4

2014

KÍ-NSÍ 2-2

AB-KÍ 1-1

KÍ-Víkingur 2-4

KÍ-Skála 1-0

2013

KÍ-EB/Streymur 3-3

KÍ-Víkingur 1-2

ÍF-KÍ 3-3

KÍ-B36 1-1

Dystir: 11 (9 heima og 2 úti)

KÍ vunnið: 2

Javnleikur: 6

KÍ tapt: 3

Harleywoodpaint