Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjáldsom høna við Vistarheimið á Gørðum

Oliver Joensen

 Av Vistarheiminum á Gørðum ringdu tey í kvøld til Norðlýsið og boðaðu frá einum sjáldsomum fugli. Hetta vísti seg at vera ein høsnafuglur, sum vit á Norðlýsinum ikki kenna. Fuglurin sýntist spakur, og tá vit ringdu til Jens Kjeld Jensen, fuglagrøðing, helt hann at vit skuldu royna at fanga hann.

Tað eydnaðist mær at fanga fuglin og hann gjørdi lukku á Vistarheiminum eina løtu. Men enn hava vit ikki fingið nakra ábending um hvat hetta er fyri ein høna, men tað fáa vit helst skjótt frá Jens-Kjeld Jensen, tí vit hava sent honum mynd.

Hønan hevur ring um beinið, og Jens-Kjeld Jensen heldur at ringurin bendur á at onkur privatur eigur fuglin, men tað er tó ikki vist at eigarin er úr Føroyum.

Um onkur kennist við fuglin ella eigur hann, so er at ringja til mín Oliver á tlf 284379.