Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvandi skal Merkið veittra í Íslandi

John William Joensen

Tað er ein sjávsagdur lutur at Merkið skal veittra í Íslandi, men vit vilja meira enn hetta, sigur formaður Sambandsflokksins, Kaj Leo Jóhannesen

– Eg skilji ikki útsøgnirnar hjá Íslendska konsulinum í Føroyum, Poul Mohr, tá hann sigur at íslendingar ikki fara at viðra føroyingar 



– Føroyingar hava altíð havt stóra viðring fyri íslendska fólkinum eins og íslendingar hava tað fyri føroyingum, og tað líkamikið hvørja skipan vit velja. 



– At Merkið kemur at veittra saman við Dannebrog er sama skipan, sum vit í løtuni hava á sendustovunum í London og Bruxell, og sum partur av Ríkisfelagskapinum eiga vit at troyta teir stóru møguleikar sum eru í hesi skipan. 



– Til seinasta fólkatingsval boðaði Sambandsflokkurin frá at málið hjá okkum er 15 sendistovur í ymsum londum kring um í heiminum, og tá Íslendska sendistovan fer at virka hava vit 12 eftir at náa hesum málinum. 



Fokusera á møguleikarnar 

– Eg haldið at kjakið í løtuni er farið fullkomuliga av sporinum, tí tað sum hevur stórstan týdning er at vit duga at brúk teir møguleikar, sum liggja í at fáa umboðan í Íslandi. 

– Saman við donsku sendistovunum hava vit møguleika til at menna okkara egnu fólk og trekkja upp á tær royndir og tey sambond, sum eru á hesum stovnum, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum við Norðlýsið.