Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvandi skulu vit útbyggja samferðslukervi!

Aksel V. Johannesen

Javnaðarflokkurin hevur altíð tikið undir við samferðsluútbyggingum og hevur mangan gingið á odda at fáa tær framdar. Tí skal eingin ivi vera í, at Javnaðarflokkurin eisini tekur undir við at gera Skálafjarðartunnilin. Men Javnaðarflokkurin ynskir eisini, at vit brúka vit og skil.

Javnaðarflokkurin hevur altíð tikið undir við samferðsluútbyggingum og hevur mangan gingið á odda at fáa tær framdar. Tí skal eingin ivi vera í, at Javnaðarflokkurin eisini tekur undir við at gera Skálafjarðartunnilin. Men Javnaðarflokkurin ynskir eisini, at vit brúka vit og skil.

Alment ella Privat

Tað vit hava hoyrt í fjølmiðlunum er, at privata felagið skal hava ein minsta vinning árliga á 10% í 30 ár og hevur møguleika at leingja hetta til 50 ár., um vinningurin ikki er fingin til høldar tá 30 ár eru farin. Tunnilin kostar umleið 1,2 milliard at gera. 10% av 1,2 milliard í 30 ár gevur 3,6 milliardir. T.v.s ein samlaðan prís á í minsta lagi 4,8 milliardir, ið brúkarin, – føroyingurin – skal gjalda fyri íløguna.

Alternativið er, at eitt alment partafelag ger tunnilin. Síðst almennu Føroyar tóku lán, var rentan 1,6%, og metingar siga, at rentan til eitt alment partafelag verður í hægsta lagi 3%. Samlaða íløgan verður tá 1,2 milliard og umleið 600 milliónir í rentuútreiðslum, um lánið er yvir 17 ár. T.v.s. ein samlaðan prís á 1,8 milliard. Landsverk hevur í 2008 varliga mett árligu inntøkurnar av Skálafjarðartunlinum til umleið 100 milliónir (tað veldst sjálvandi um hvør prísurin verður), og tí kunnu allar útreiðslur uttan trupulleikar gjaldast aftur eftir 17 árum. Verður afturgjaldtíðin longd so økjast rentuútreiðslurnar við 36 milliónum fyri hvørt árið Við øðrum orðum verður privata loysnin í minsta lagi 3 milliardir dýrari fyri føroyska samfelagið.

3 milliardir, sum Landsstýrismaðurin sendir beinleiðis í lumman á útlendskum investorum í roynum profitti, tá hann hósdagin væntandi fer at undirskriva sáttmálan. Profittur, sum vit føroyingar annaðhvørt kundi spart burtur ella uttan trupuleikar brúkt til at fíggja allar tunnilsverkætlanir komandi 20-30 árini. T.d. Sandoyartunnilin, Hvalbiartunnilin, Dalstunnilin, Fámjinstunnilin, Gjáartunnilin og tunlarnar Norður um Fjall, sum Landstýrið annars ætlar skattaborgarin skal rinda umvegis sín skatt tá ella um tunlarnir verða gjørdir.

Eitt skot í byrsuni

At hetta er einasta skot í byrsuni, sum Kári P. Højgaard sigur, er tað royna møsn, tí um politiski viljin er til staðar, kann støða takast til almennu loysnina í morgin, og almenna felagið kann stovnast longu í næstu viku og fara í gongd við forkanningarnar í heyst, so klárt verður at bora í 2015.

Vit kunnu lata eitt alment felag gera tunnilin, uttan at ætlanin verður seinkað. Einasta treyt er, at Kári P. Højgaard og samgongan velur at siga ja til hesa loysnina.

Váðin

Forkanningarnar verða mettar at kosta sambært Landsverki í mesta lagi 10-20 milliónir, og sum so liggur vágin bert í teimum, áðrenn farið verður í gongd. Um forkanningarnar vísa, at tunnilin verður dýrari ella í ringasta føri vísa, at tað kanska reint tekniskt ikki er møguligt at fremja íløguna, tí hon verður ov dýr, so eru tær milliónirnar sjálvandi mistar. Tá forkanningarnar eru lidnar, er váðin fyri so vítt burtur. Er tað skilagott at gjalda 3 milliardir eyka fyri at fáa ein annan at átaka sær ein vága á 10-20 milliónir?

Tá ið tunnilin er bygdur, er at kalla eingin vági til staðar. Tunnilin fer ongan veg, og um metingarnar hjá Landsverki ikki halda, er spurningurin bert, um afturgjaldstíðin verður nakað longri.

Hví er tunnilin ikki komin enn?

Orsøkin til, at tunnilin ikki er gjørdir enn, er tann, at politisku flokkarnir ikki hava verið samdir, um tunnilin skuldi gerast av einum privatum ella einum almennum felagi. Tú kanst geva flokkunum, sum vilja eina almenna loysn skuldina fyri at privata loysnin ikki er framd, men man kann eins væl geva flokkunum, sum vilja eina privata loysn skuldina fyri, at almenna loysnin ikki er framd. Eg haldi tó, at teir flokkar, sum ynskja eina loysn, sum verður í minsta lagi 3 milliardir dýrari fyri føroyingar og føroyska samfelagið, skulu hava óalmindiliga góð argumentir fyri, hví tey vilja tað loysnina, heldur enn almennu loysnina.

Spurningurin er um vit vilja brúka vit og skil ella ikki

Mær vitandi taka allir flokkar á tingi undir við at gera Skálafjarðartunnilin. Spurningurin er tí ikki, um vit vilja Skálafjarðatunnilin ella ikki! Spurningurin er, um vit vilja brúka vit og skil ella ikki! Vilja vit ein tunnil fyri umleið 4,8 milliardir ella ein tunnil fyri umleið 1,8 milliard?

Sosiali profilurin

Vit sum eru vinir við løgmann á Facebook hava umvegis Facebook fingið at vita, at løgmaður fegnast um loysnina hjá Kára P. Højgaard, landstýrismanni.

Sami løgmaður, sum heldur, at vit ikki hava ráð til at játta 2 milliónir meira til eldrarøktina, ikki hava ráð til nakrar fáar milliónir til skipini hjá Vaktar- og Bjargingartæanstuni, so tey kunnu keypa olju og harvið loysa frá kaj, og ikki hava ráð til at hjálpa teimum fíggjarliga hart sperdu á niðastu rókunum, heldur vit hava ráð til at blaka umleið 3 milliardi eftir nøkrum donskum investorum. Púra óneyðugt. Eg skilji væl, at Samabandflokkurin er farin at leita eftir sosiala profilinum.

Aksel V. Johannesen, formaður javnaðarfloksins