Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvandi vantar heilsuverkinum pening

Bárður Nielsen

Langtíðarárin av fullveldispolitikki vísa seg nú. Veiku bólkarnir í samfelagnum skulu hava best møguligar umstøður. Tað hevur Sambandsflokkurin altíð arbeitt fyri. Málið er, at vit eru á sama støði, sum okkara grannalond, ið verða mett at hava bestu vælferðarskipanir.

Langtíðarárin av fullveldispolitikki vísa seg nú. Veiku bólkarnir í samfelagnum skulu hava best møguligar umstøður. Tað hevur Sambandsflokkurin altíð arbeitt fyri. Málið er, at vit eru á sama støði, sum okkara grannalond, ið verða mett at hava bestu vælferðarskipanir.

Tí skulu vit eisini raðfesta bíðitíðina fyri tey, ið hava fingið tilvísing ella eru í viðgerð – tað er m.a. tað, ið eitt vælferðarsamfelag skal bjóða sínum borgarum. Vit eiga at seta okkum sum mál, at ongin skal bíða longur enn 1 mánaða, frá mistankin um sjúku er staðfestur, til viðgerðin verður sett í gongd. Hetta er til gagns fyri borgaran og samfelagið.

Vit muga leita nøkur ár aftur í tíðina, fyri at síggja, hví pengar vanta til veikar bólkar.

Sambandsflokkurin mótmælti harðliga niðurskurðinum í ríkisveitingini, ið bleiv gjørdur uttan nakra sum helst útrokningar av fylgjunum, sum hetta fekk á framtíðar vælferðarsamfelagið. Niðurskurðurin bleiv gjørdur í óðum verkum, yvir nátt, tí at fullveldissamráðingarnar vóru slitnaðar og fullveldissamgongan hevði mist alt á gólvið.

Tíbetur lukkaðist ikki at loysa okkum úr Ríkisfelagsskapinum, men prísurin fyri miseydnaðu royndina var høgur, tí okkurt mátti gerast ístaðin. Endin varð, at ríkisveitingin bleiv skorðin við 1/3 svarandi til kr. 366 mió.

Eftir at niðurskurðurin var gjørdur, vórðu tær eftirverandi 615,5 mió. eyðmerktur til at verða; Heilsuverkið

283,6 mió., fólkapensjón 213,3 mió., serforsorgin 117 mió. og Fiskivinnuroyndir 1,6 mió.kr.


LES MEIRA HER