Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjálvberandi búskapur og landskassin

Eivind Jacobsen

Ofta verður tosa um sjálvberandi búskap og í sama andadrátti koma vallyftir fyri nógvar pengar. Síðan verður tosa um manglandi avlop í góðum tíðum

Hóskandi avlop eigur at verða eins stórt og stórsta undirskot eitt vánaligt ár. Stórsta undirskotið var í 2006 tá tað var 688 mió. Er tiðirnar nú sera góðar, sum fólk ofta tosa um, so eigur avlopið í landskassanum at verða 688 mió.

Roknskapurin fyri 2022 hjá Landskassanum

Inntøkur              6.325 mió.                                                          

Útreiðslur            -5.774

Íløgur                    -450

Úrslit                     +137

Avlopið er 137 mió. Eftir nevnda leisti átti tað at verið 688 mió. Munurin er 550 mió.

Íløgur noyðast at verða á leið 450 mió. í meðal tí alt bygt verður kostar so nógv. Harumframt verða ov nógvir rossahandlar gjørdir tá lítið er avsett til íløgur.

Vit kunnu lækka íløgur fyri at fáa størri avlop í góðum tíðum og fyri at minka ferðina á búskapinum í góðum tíðum.

Men meginpartin av nevndu 550 mió. noyðast vit at finna við sparingum í rakstri ella við at hækka skattir og avgjøld.

Í roknskapinum fyri 2022 eru blokkstuðul og aðrar ríkisveitingar.

Vallyftir í hesum døgum, sum meginparturin ikki eru fíggja og restin er fíggja við pengum, sum ikki eru til, gera okkum ikki meira sjálvbjargin.

Eivind Jacobsen

Valevni Fólkafloksins